home.social

#hugskotid — Public Fediverse posts

Live and recent posts from across the Fediverse tagged #hugskotid, aggregated by home.social.

fetched live
  1. Í dag kl 18 er ólavsøkurenningin á Skálatrøð við 240 luttakarum, og hjá okkum í @flowcore verður spennandi at síggja, hvussu nýggja RaceResult tíðtakingarskipanin hjá Bragdinum skikkar sær.

    Til ber at fylgja við millumtíðum og síggja forsagnir meðan runnið verður á my.raceresult.com/254255/live

    #Hugskotið #Bragdið #renning

  2. Fyri viku síðani bleiv íslendska fyritøkan Kerecis, sum framleiðir húðlíki burtur úr toskaskræðu, seld til Coloplast fyri 8,6 milliardir krónur. Løgið, at so lítið hevur verið at frætt um hetta í føroysku miðlunum. #hugskotið #einhyrningur #altíland #bláurbúskapur #íverksetan

    medtechdive.com/news/Coloplast

  3. So eru vit flutt í nýggja skrivstovu í Hugskotinum #Hugskotið #íverksetan

  4. EINGLANETVERK

    #Hugskotið skrivar: Kundi tú hugsað tær at gjørt smærri íløgur í byrjanarfyritøkur og samstundis verið partur av fyrsta sokallaða eingla-netverki í Føroyum?

    Nú er møguligt at skráseta seg at fáa nærri kunning um einglanetverkið, ið verður stovnað í næstum. Skrásetingarleinki: forms.office.com/e/WJbXk2jr1X

    Tey sum skráseta seg fáa nærri kunning eftir summarfrítíðina um stovnandi fundin, sum verður í september.

  5. Væl fyriskipað “business angels” íverksetaratiltak í Reinsaríinum í gjárkvøldið #Hugskotið

  6. Í morgin kl 17 verður høvi at hoyra fimm íverksetarafyritøkur varpa teirra hugskot til møguligar einglaíleggjarar á Reinsarínum. @flowcore er við! hugskotid.fo/events/iverksetar #Hugskotið

  7. Nýtt fundar- og hvíldarhøli í Hugskotinum #Hugskotið

  8. Heimasíðan hjá Flowcore er dagførd. Málið er geva einstaklingum og smærri fyritøkum betri atgongd til dátur frá IoT (Internet of Things) eindum flowcore.com/ #Hugskotið

  9. Tómligt - eingin njósnari og eingin herskip st síggja #Hugskotið

  10. Súsanna greiðir búskaparfrøðilesandi frá um #Tonik, sum verður um júst ein mánaða #Hugskotið

  11. Samrøða við Hannes Gislason og Torben Nielsen um skapandi vitlíki og áheitanina frá summum um at steðga á í 6 mánaðir
    kvf.fo/gmf?sid=155366

    #Setrið #Hugskotið

  12. Áhugaverd samrøða við Torben í tíðindunum á nátturða um at tað nú skal bera til at fara innum gjaldsmúrin hjá Frihedsbrevet og lesa greinar við ChatGPT. Eg havi roynt, men fái ikki hol ígjøgnum.

    Er tað eydnast hjá nøkrum øðrum - ella eru aðrar keldur? Leinki?

    Tað einasta, eg dugdi at finna, var ein gamal postur á Reddit, og har sýnist niðurstøðan vera, at ChatGPT bara finnur uppá eina grein útfrá URL'inum reddit.com/r/OpenAI/comments/1

    #Hugskotið #chatgpt #vitlíki #TV #tilgjørtVit

  13. Gott far-breiðband í væntu í Føroyum. Sambært hesum tíðindaskrivinum frá Føroya Tele og Ericsson verður tað ikki bara skjót ferð, men 5G-netið fer at geva 100% dekning, eisini í fjøllunum ericsson.com/en/press-releases #føroysKT #Hugskotið #fjarskifti

  14. Faroese Telecom and Ericsson set European 5G mmWave downlink speed record ericsson.com/en/press-releases

    Jan Ziskasen, CEO, says: “Our ambition is to have giga speed everywhere on the islands – in cities as well as in small villages, on roads, in tunnels, on mountaintops and even out to sea. Digital inclusion is a main pillar in our sustainability agenda thus reaching every centimeter and every person located on our 18 islands is paramount. …”

    #FaroeIslands #5G #broadband #Hugskotið #Tonik

  15. Hesa vikuna eru vit tríggir í Austin til dátu-ráðstevnuna #datacouncil23 at fáa íblástur og sambond til hugskotið hjá okkum um at gera ein globalan pall fyri deiling av dátum.

    #Flowcore #DataSharingPlatform #Hugskotið @flowcore @julius @argilzar

  16. Íblástur til føroysku íverksetaraskipanina: startup.residencymalta.gov.mt/

    The Malta Startup Residence Programme grants a 3-year residence permit, extendable for an additional 5 years, during which beneficiaries are able to reside in Malta while launching their startup venture. (...) Beneficiaries of this programme need to have a tangible presence in Malta (including living and paying taxes locally).

    #Hugskotið #íverksetan #vinnuframi #StartupsAndScaleups

  17. Íverksetarahúsið fer nú undir ein nýggjan tátt, sum tey kalla 9/10.
    Í stuttum: so snýr tað seg um, at koma í Íverksetarahúsið og fáa nýggjastu vitanina innan eitt ávíst vinnuøki, samstundis sum tú fært lekkran morgunmat. Tað eitur 9/10, tí tað gongur fyri seg frá kl.09.00 til kl.10.00.

    Tiltakið fer av bakkastokki fríggjamorgunin 31.mars og tá verður sjóneykan sett á KT í Føroyum. Minteo, Nemlia og Tonik fara at leggja fram.

    iverksetan.fo/9-10-i-iverkseta

    #KT #íverksetan #Hugskotið

  18. Hey verð!

    Vit eru tríggir íverksetar, sum byggja ein dátubanka til altjóða marknaðin.

    Tankin við dátubankanum er, at øll kunnu seta dátur inn, taka dátur út, flyta dátur millum kontur og at tað kann gerast í realtíð uttan avmarkingar í tíð, stødd ella slagi av dátum.

    Vit eru spentir at kunngera fyrstu útgávuna í næstum 🚀

    Mesta kunningin her á Mastodon verður á ensktmælta vanganum hjá okkum @[email protected]

    @julius, @argilzar og @olavur

    #Hugskotið

Share on Mastodon

Enter the server where you have an account.