home.social

#eforad — Public Fediverse posts

Live and recent posts from across the Fediverse tagged #eforad, aggregated by home.social.

  1. Sosiali miðilin Flipboard verður nú eisini knýttur í fediversið flipboard.medium.com/flipboard - tað merkir at til ber at síggja Flipboard greinasøvn á eitt nú Mastodon og at Flipboard-brúkarar síggja postar frá eitt nú Mastodon-brúkarum. #flipboard #fediverse #eforáð

  2. Threads frá Facebook/Meta verður eftir øllum at døma knýtt í fediversið eins og Mastodon (e.fo). Her er ein frágreiðing um hvat og hvussu: blog.joinmastodon.org/2023/07/ #eforáð

  3. Nú ber eisini til at posta her á Mastodon #efo umvegis Buffer buffer.com/mastodon

    Tað er snilt, um tú er virkin á fleiri pallum (Facebook, LinkedIn, Instagram, TikTok) ella um postarnir ikki skulu avstað beinan vegin.

    Eg eri farin at brúka tað til @edd, soleiðis at dagsins orð frá í gjár verður postað 1 minutt yvir miðnátt - eisini um eg ikki siti við telduna tá.

    #eforáð

  4. Hevur tú onkra viðmerking til tað, sum stendur á forsíðuni á kvf.fo, so ber til at svara postunum hjá @kvfbot her á #efo.

    Tað verður gjørt við at klikkja á svar-knappin niðast til vinstru á postinum. Sí viðheftu mynd. #kjak #eforáð

  5. Hvussu fylgir tú einum brúkara á #efo?
    1. Far inn á Local
    2. Trýst á navnið á tí, sum hevur postað
    3. Trýst á Follow

    #eforáð